Ftalat verða vanliga brúkt í:
men kann eisini vera í:
Ftalat hava eisini verið í leikum. Seinnu árini hevur ES sett í gildið lóggávu, sum bannar nýtslu av ftalatum í leikum til børn.
Ftalat kunnu vaskast úr plasti og verða upptikin í kroppinum. Í fólki er ftalat funnið blóði, bróstamjólk og landi. Fólk kunnu fáa ftalat í seg gjøgnum beinleiðis samband við m.a. plast, sum inniheldur ftalat, men kann tað eisini koma við mati.
Fýra ftalat, diethylhexylftalat (DEHP), dibutylftalat (DBP), bensylbutylftalat (BBP) og diisobutylftalat (DIBP) eru av ES flokkað sum heilsuskaðilig (skaða nøringarevnini, reproduktionstoxisk). Fleiri ftalat eru hormonórógvandi.
- Máling, beisa og lakk,
- Skúlaamboð og spælitaskur,
- Klæði - til innandura nýtslu,
- Húsarhaldskemikalii,
- Klæði og regnklæðir,
- Fartelefonir o.a.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo |
|